140x140

Serliga dálkandi

Serliga dálkandi burturkast er burturkast, ið inniheldur evnir, sum eru skaðilig fyri fólk, djór ella umhvørvið, um tað ikki verður viðgjørt á rættan hátt. Tí er sera umráðandi at alt serliga dálkandi burturkast verður skilt frá og viðgjørt á rættan hátt.

Serliga dálkandi burturkast er t.d. battarí, máling, eitur, kemikalii, láorku perur, ljósrør, akkumulatorar og burtukast frá sjúkrahúsum.

Nøgdin av serliga dálkandi burturkasti er økt 34% frá 2012 til 2016. Serliga dálkandi burturkastið, sum IRF tók ímóti í 2014, varð sent saman við tí, ið varð savnað inn í 2015.

 

Akkumulatorar verða eisini sendir til viðgerðar. Í 2012 vórðu 82 tons av akkumulatorum send til viðgerðar, meðan nøgdin í 2016 var 117 tons, ið svarar til eina øking á 43%.

 

Alinótir verða impregneraðar við m.a. kopari, sum í ov høgari nøgd kann vera umhvørvisskaðiligt. Tá nótirnar verða vaksaðar, verður evjan uppsamlað og latin IRF, hagani hon verður send til Svøríkis til viðgerðar. 

 

 

Vilt tú vita meira um burturkast, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Serliga dálkandi